Lýsing

Tíðaravmarkað lærarastarv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2023-2024

Eitt tíðaravmarkað fulltíðar lærarastarv fyri lærara í farloyvi er leyst at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. septembur 2023 til 18. juni 2024.

2023-08-11 07:55 Author image
-
placeholder

Søkt verður eftir lærara, sum:

  • hevur læraraútbúgving og svimjilæraraprógv
  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • er fúsur at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
  • er við til áhaldandi at menna skúlan
  • er stundisligur og nærlagdur
  • tolir broytingar
  • hevur góðar KT-førleikar

 

Okkum tørvar:

  • lærara, sum kann undirvísa í: donskum í mið- og framhaldsdeild, landafrøði,dreingjaítrótti/svimjing og sum kann vera AKT lærari.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Barnaváttan verður kravd.

Umsókn:

Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi hósdagin 24. august kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið hjá Annbritt Toftegaard, skúlastjóra, á tlf. 794425.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder