Lýsing

Tíðaravmarkað starv sum stuðul í Skúlanum á Giljanesi

Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðiligur stuðul við setanarbroti 0,6 er leyst at seta frá 1. januar 2023 til 20. juni 2023.

2022-12-02 17:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

Skúlin tørvar stuðul, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður, dugir væl at samskifta og sær møguleikar.

Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Um eingin námsfrøðingur søkir verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa frí eftir døgurða.

Lønar-  og setanartreytir:

Stuðulsstarvið verður sett sum sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11 - 24. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 2 - 8.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo  í seinasta lagi fríggjadagin 16. desembur kl. 12.00.


Nærri fæst at vita um starvið hjá Finni Joen-Jacobsen á tlf. 794426.

Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga  á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 280 næmingar ganga í skúlanum og 33 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder