Mentan

Torradagar av bakkastokki í dag

Torraskráin strekkir seg frá mánadegnum 19. – sunnudagin 26. februar 2024. Nógv ymiskt er á skrá, og ber til at kunna seg um skránna á klaksvik.fo og nordlysid.fo. Torrablaðið er á gøtuni mánadagin 19. februar

2024-02-19 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Her er skráin mánadagin 19.02.24.
 

kl. 09.00 - 21.00     Café Fríða

Listaframsýning á Biskupstorgi  

Hanus Lind Sørensen og Maria Mørkøre sýna fram


kl. 11.30 - 15.00   Angus opið

Sí matskrá og bílegg borð

Angus.fo – 457777


kl. 12.00 - 20.30     Café Fríða

Hvønn dag í Torravikuni

Fríða fiskasuppa við hýsu

Brokkolisalat við laksi

Croissant fyltur við kalvasalat

Fríða Bacalao

Eisini er annað mangt á borðseðlinum


kl. 13.00 - 17.30 Blái Krossur Føroya

Klæðir kunnu latast inn allar dagar. 

Vælkomin inn á gólvið.


kl. 15.00 - 18.00   Spinnaríið – Klingrugarður

Søguinnsavnan

Áhugafelagið Spinnaríið ætlar at skipa eina fasta framsýning á Spinnarínum um søgurnar hjá

Klaksvíkar Ullvirki og Norðoya Ullvirki. Kanst tú hjálpa okkum?

Hevur tú myndir, tilfar ella søgur frá ullvirkinum hjá Monu Olsen ella ullvirkinum hjá J.F. Kjølbro?

Tað er eisini áhugavert við munnligum frásagnum. Vit kunnu skriva niður ella taka upp á band.


kl. 16.00 - 18.00   Spinnaríið – Klingrugarður

Ungir listaspírar

Áhugafelagið Spinnaríið skipar á Torradøgum fyri framsýning við nøkrum ungum

listaspírum úr norðurøkinum.

Dorit Hansen sigur nøkur orð.

Framsýningin er ókeypis.


kl. 17.00 - 21.30   Angus opið

Sí matskrá og bílegg borð

Angus.fo – 457777


kl. 18.30 - 20.30   Blái Krossur Føroya

Opið hús í Blákrossbúðini á Klaksvíksvegi 63

kl. 19.00  Alisa Hammer frá ”Títt Rúm” og Lív Brúsá frá ”Liv Lívið” fortelja um týdningin av fyribyrgjan.

Eisini verður aðalskrivarin Edva Jacobsen til staðar.

Kaffi er á kannuni.


kl. 19.00 Miðhøllin á Skúlatrøð

Torrakonsert á Skúlatrøð


Tónlistaskúlin skipar fyri konsert við næmingum og lærarum.

Skráin er blandað við ymiskum bólkum, bæði klassiskum og rytmiskum.

Í pausuni verður høvi at keypa kaffi og kakur og soleiðis stuðla næmingum,

sum í næstum fara til Íslands at venja saman við musikkskúlanæmingum á Selfossi. 


kl. 19.00 Café Gloria

Sangløta – Andakt og hugnakvøld.

Elim saman við Frelsunarherinum hava andakt og skipa fyri sangkvøldi, eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa.


Sí skránna her: Torraskráin 2024

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder