2026-07-03 14:52
U16-kvinnur: Vundu burturúr vertunum
Føroysku U16-kvinnurnar spældu sín besta dyst í ársins European Open og vundu burturúr Svøríki, 21-14, eftir hálvleiksstøðuna 11-6 til Føroyar. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar vinna á Svøríki á kvinnusíðuni. Føroyar gjørdust við hesum nr. 11 av 20 liðum í kappingini.
Føroyar settu seg á dystin frá byrjan og spældu bestu álopsspælið liðið hevur spælt í kappingini, har serliga spælið inn á strikuna hepnaðist væl. Føroyska verjan kempaði sera væl, gamaní at hetta kostaði nakrar útvísingar, og í málinum stóð Rósa Egilstoft sum ein múrur. Sigrið Hansdóttir, sum er ein av toppskjúttunum í kappingini, gekk á odda við málskjótingini og var ein áhaldandi hóttan. Føroyar vunnu sær ein 5-máls leiðslu um miðjan hálvleik, sum tær hildu til steðgin, 11-6.
Føroyar áfram í seinna hálvleiki. Føroyska 5-1 verjan órógvaði sviar almikið, sum gjørdi nógvar villur og Rósa helt við í føroyska málum. Føroyska álopið var tolið, og sýndi Sigrið Hansdóttir stórspæl, har hon ferð eftir ferð smoygdi sær ígjøgnum. Leiðslan øktist sum hálvleikurin leið og dysturin var vunnin. Fitt av útskiftingum vóru seinastu løtuna og gjørdist spælið nakað rótut, men leiðslan helt við og Føroyar vunnu 21-14.
Føroyar blivið við hesum nr. 11 av 20 liðum í ársins European Open, eitt gott úrslit! Næsta uppgávna hjá hesum liðnum verður EM-undankappingin, sum verður leikt vikuskiftið 27. – 29. november. Føroyar eru í bólki saman við Ísland, Ísrael og Turkaland.
Dystargongdin: Føroyar – Svøríki:
5 min. 3-2
10 min. 6-3
15 min. 9-4
20 min. 11-6
25 min. 15-8
30 min. 17-10
35 min. 20-12
40 min. 21-14
Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 12 (3)
Hanna Thomsen 4
Aibritt á Plógv Hansen 2
Fía Nolsøe 2
Súnfríða Fonsdal Zachariasen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald