Vinna

U18 LANDSLIÐINI Í SANDFLOGBÓLTI Í GEORGIA

.

2024-07-10 14:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


U18 LANDSLIÐINI Í SANDFLOGBÓLTI Í GEORGIA
U18 landsliðini hjá gentum og dreingjum í sandflogbólti luttaka í evropameistarakapping í Georgia.
U18 landsliðið hjá gentum, Osla Johannesen og Maria Teresu Vitalis og liðið hjá dreingjum, Hákun Nón og Rani Ákason, komu til Kachreti í Georgia kl. 6 í morgun. Við á ferðini vóru venjarin Oleksandr Dmytriiev, hjálparvenjarin Boban Ilic og liðleiðarin Berit Norðoy.
Kappingin er í døgunum 10. juli til 14. juli. Dystarskráin hjá liðunum verður løgd eftir styrkismetingini hjá einstøku londunum.
Við tað at hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar luttaka í slíkari kapping hava føroysku liðini 0 stig við til styrkismetingina. Tí skulu føroysku liðini fyrst luttaka í eini undankapping, sum verður í morgin, 10. juli.
Í undankappingini eru Hákun og Rani í bólki við liðum úr Andorra og Armenia. Osla og Maria Teresa eru í bólki við liðum úr Rumenia, Armenia og Aserbadjan.
Tvey lið í hvørjum bólki koma víðari til sjálva kappingina um evropiska meistaraheitið, sum verður 11. - 14. juli.
Dystarskráðin 10. juli sær soleiðis út, har tíðirnar eru føroysk tíð:
Gentir:
Dystur 1. Kl. 07.00: Baciu og Murgoci (ROU) - Tonoyan og Tonoyan (ARM)
Dystur 2. Kl. 07.00: Alizada og Latsabidze (AZE) - Johannesen og Vitalis (FAR)
Dystur 3. Kl. 10.00: Vinnari av dysti 1 - Vinnari av dysti 2
Dystur 4. Kl. 10.00: Tapari av dysti 1 - Tapari av dysti 2
Dystur 5. Kl. 13.00: Tapari av dysti 3 - Vinnari av dysti 4
Dreingir:
Dystur 1. Kl. 07.00: L. Tagliaferro og Ribeiro (AND) - Aleksanyan og Kesoyan (ARM)
Dystur 2. Kl. 10.00: Nón og Ákason (FAR) - Aleksanyan og Kesoyan (ARM)
Dystur 3. Kl. 13.00: L. Tagliaferro og Ribeiro (AND) - Nón og Ákason (FAR)
Dystirnir verða stroymdir á: https://1tv.ge/sporti/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder