Vinna

Umvæla Føroyar í mai

Í døgunum 4. til 6. mai vera føroyskt og útlendsk sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið var fyrstu ferð í 2019, og síðani tvær ferðir í 2021.

2022-03-23 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

40 sjálvbodnir føroyingar fáa høvi at vera partur av teimum 11 arbeiðstoymunum. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er 1. apríl.

Visit Faroe Islands heitti fyrr í ár á kommunur og kunningarstovur um at senda inn uppskot til verkætlanir, sum tey ynsktu at fáa við í átakið. Nógv uppskot komu inn, og heili 11 økir vera við í átakinum í ár, frá Haraldssundi og suður til Vágs. Yvirlit yvir allar verkætlanirnar sæst her.


Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur, laða varðar og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð.

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir dagar. Fleiri enn 4000 útlendingar søktu um at sleppa við í ár, og av teimum eru 100 útvald. Tey sjálvbodnu rinda sjálvi flogferðseðil við Atlantic Airways, sum er við í verkætlanini, og fáa bjóðað gisting og mat afturfyri tveir arbeiðsdagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder