2025-11-17 09:30
Í sambandi við frumútgávuna av bókini um Suðuroyar-Dánjal, verður alment tiltak í Steigartúni 6 & 8 í Sandavági, leygardagin 22. nov 2025 frá kl 14-18
Heimildarfólk greiða frá um húsini, har fyrsti skiparaskúli var og hvørjar framtíðarætlanir eru við teimum.
Vit bjóða munnbitar av laksi og bacalao frá Fiskastykkinum og okkurt drekkandi afturvið.
Bókin fæst til keyps fyri serprís á degnum, og rithøvundurin signerar bøkur.
Lyon Hansen syngur nøkur løg undir tiltakinum.
SANDAVÁGS BYGDARSAVN OG FORNMINNAFELAG
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald