Veðrið

Vága kommuna: Hjálpi kavaruddarunum

Tað nógva affalli, sum er boðað frá at koma niður nú og seinni í kvøld, kann gera tað trupult hjá okkara kavaruddarum at grava.

2026-01-07 19:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri at hjálpa okkara fólki best, heita vit á borgarar um at hugsa um, hvar bilar verða parkeraðir, og at parkera soleiðis, at kavaruddararnir sleppa framat at grava sum best møguligt.

Tað er hált um alt landið, og koyrilíkindini kunnu gerast vánalig seinni í kvøld. Veri tí ansin í ferðsluni og koyri eftir umstøðunum og sum minst – so gongur kavaruddingin eisini betri.

Grivið verður til klokkan 21.00 í kvøld – møguliga longur, um veðrið loyvir. Byrjað verður at grava aftur klokkan 4.00 í morginárini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder