Vinna

Vaksandi áhugi at stovna vinnulig feløg

Áhugin hjá føroyingum at stovna vinnulig feløg er ikki minkaður hóast 2020 og 2021 hava verið tvey heilt óvanlig ár merkt av stórum óvissum av ymsum slag.

2022-05-17 11:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Vinnuhúsið: Sambært Skráseting Føroya vórðu stovnaðið tilsamans 367 partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg í 2021.  Í 2020 vóru stovnað 293 feløg og í 2019 var talið 269. 



Talið av nýstovnaðum vinnuligum feløgum er sostatt nógv vaksið hesa tíðina, meðan korona hevur skapt stóra óvissu í vinnuni og í samfelagnum sum heild.


Talið av nýstovnaðum vinnufeløgum hækkaði nógv í 2017, tá ið lóggávan um íverksetarafeløg varð komin í gildi. Eitt íverksetarafelag er eitt serligt slag av smápartafelagi, sum kann stovnast við 1. kr. í byrjunarkapitali.


Árini beint frammanundan, at skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, lá árliga talið av nýstovnaðum partafeløgum og smápartafeløgum millum 146 og 169 . Árini eftir 2017 hevur hetta talið ligið millum 265 og 367 nýstovnaði vinnufeløg um árið.


Tað eru samstundis strikaði færri feløg úr vinnuskránni hesi seinastu árini. Árini frá 2014 til 2016 vórðu árliga strikaði millum 113 og 130 feløg úr vinnuskránni. Árini frá 2017 til 2021 hevur hetta talið ligið millum 99 og 120 strikaði feløg árliga.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder