Vinna

Vaksandi sethúsaprísir um alt landið

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at miðalprísurin á sethúsum í Føroyum er hækkaður við 53% seinastu 5 árini.

2022-01-19 15:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Betri Bústaðartøl

Vaksandi sethúsaprísir um alt landið

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at miðalprísurin á sethúsum í Føroyum er hækkaður við 53% seinastu 5 árini.

Í 2016 var miðalprísurin á einum sethúsum í Vágum undir 1 mió. krónur. Í dag liggur miðalprísurin yvir 1,7 mió. krónur. Hetta er ein øking á heili 75%.

  • Eftirspurningurin er nógv størri enn útboðið, og hetta førir við sær stórar príshækkingar. Húsini, sum hava íbúð í kjallarinum, hava stóran áhuga millum tey, sum vilja keypa. Hesi hugsa um møguleikan fyri at leiga út – tann marknaðurin er sera stórur.

Tað sigur Sjúrður Poulsen, leiðari fyri Betri Banka í Miðvági.

Orsøkin til vaksandi miðalprísirnir kring landið eru serliga metlága rentustøðið og stóri fólkavøksturin seinastu árini. Hetta hevur økt eftirspurningin eftir bústøðum og hevur sett bústaðarmarknaðin undir trýst. Úrslitið er hækkandi sethúsaprísir.

[object Object]



Bústaðarbyrðan

Bústaðarbyrðan er seinastu árini vorðin tyngri orsakað av hækkandi bústaðarprísum. Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av miðal netto inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja eini sethús.

Bústaðarbyrðan í Vágum er í løtuni 18% í mun til 10% í 2016.

Tølini hjá Betri Banka geva onga ábending um, at sethúsaprísirnir fara at lækka komandi tíðina. 

[object Object]


 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder