Mentan

Vandamiklastu londini

Hvørt ár ger Open Doors ein lista, sum lýsir støðuna hjá kristnum í 50 londum, har tað er vandamiklast at vera kristin. Stórt kanningararbeiði verður gjørt av nærløgdum fólki, sum hygga at frælsinum at trúgva innan 5 ymisk økir: Tað privata økið, familju økið, lokala umhvørvið, tjóðar støðan og kirkju økið. Út frá hesum verða savnað tøl, sum siga, hvussu stór forfylgingin er ímóti kristnum. Tølini verða síðani savnað í stigum og set í eina skipan, sum síðani ger ein lista yvir londini, har atsóknin er størst.

2022-01-19 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í ár verður Alheimslistin 2022 hjá Open Doors – eisini nevndur World Watch List -  lagdur fram beinleiðis á Facebook og YouTube mikudagin 19. januar kl. 17.00.

Alheimslistin varpar ljós á tey 50 londini, ið tað er vandamiklast at vera kristin. Open Doors almannakunnger listan á hvørjum ári.

Á skránni verður:

  • Framløga av alheimslistanum 2022.
  • Hugt verður eftir londum, ið kristin uppliva størstu forfylgingina.
  • Innlit í rakið, sum hevur merkt atsóknina av  kristnum seinasta árið.

Um tú hevur hug at fylgja við, ber til at síggja almannakunngerðina á Facebook síðuni hjá Open Doors Føroyum ella á YouTube. Framløgan verður mikukvøldið kl. 17:00.

Link til stroymingina: https://www.youtube.com/watch?v=DKrOH3OzA3c

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder