Vinna

Var tað vert tað at taka rættindini

At skerja inntøkuna hjá fólki í tillagaðum størvum so nógv kann á ongan hátt sigast at støðugt bøta um lívskorini hjá fólki, ið bera brek. 

2022-02-17 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í 2020 broytti samgongan skipanina við tillagaðum størvum, so tey, sum koma í skipanina, fáa minni í løn og missa sáttmálaásetta løn. Landskassin skuldi spara, var grundgevingin. Nú spyr Ingilín D. Strøm nýggja landsstýrismannin, um hann heldur, at tað var tað vert, og um tað var rætt at fremja lógarbroytingina.

At skerja inntøkuna hjá fólki í tillagaðum størvum so nógv kann á ongan hátt sigast at støðugt bøta um lívskorini hjá fólki, ið bera brek.
 
Tað er í øllum førum ikki í tráð við grein 28 í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek.

Somuleiðis gera bæði ST-sáttmálin og brekpolitikkur landsins greitt, at ein skal miða eftir at javnstilla fólk, ið bera brek, við onnur, og hendan lógarbroytingin kann sigast at ganga beint ímóti tí.

Hetta inntrivið í lívsgrundarlagið og rættindini hjá fólki, ið hava tillagað størv, bleiv samtykt við grundgevingini, at landskassin skuldi spara. Hetta hóast, at øll, sum vóru til hoyringar, mæltu frá at samtykkja broytingina.

Les allan fyrispurningin her: www.logting.fo/mal/mal/?id=9950

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder