Mentan

Varpið verður navnið

Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík skipaði í vetur fyri navnakapping til mentanarhúsið í Klaksvík, har freistin fyri at senta inn uppskot var 16. november 2021.

2022-01-18 12:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Heili 60 fólk ymsa, staðni frá, sendu inn tilsamans 70 uppskot til navn. Stýrið fyri Grunnin hevur síðani viðgjørt uppskotini á nøkrum fundum – eisini saman við sakkønari hjálp.

Á fundi 11. januar 2022 var so avgerð tikin um at halda seg til uppskotið hjá Poulinu Slættanes – at navnið á mentanarhúsinum skal verða: Varpið!


Í dag var navnið avdúkað av Poulinu Slættanes á lítlari samkomu, sum var inni í høllini, ið er undir bygging, bygd sum ein stórhøll aftuat norðanfyri posthúsið.

Umráðandi var at fáa eitt navn, sum er serstakt, lætt at minnast, lætt at siga og er serstakt fyri Klaksvík.

Varpið er kent staðarnavn í Klaksvík, ið helst stavar frá Nólsoyar Páll. Í dag sæst ikki nógv til Varpið (gamla timburhandilin) ella Varpabrúnna.

Nólsoyar Páll skrivar til myndugleikarnar í 1806, at hann hevur bygt eitt “kølhalings varf”, ella eina beding, har hann kann fáa skip sítt umvælt. Aðrir sjófarandi fáa við hesum umstøður at bøta um teirra skip. Umstøður, ið ikki funnast aðrastaðir í landinum tá.

Orðið “varf”, ið Nólsoyar Páll skrivar, stavar frá enska orðinum “wharf”, ið merkir atløgubryggja til upp- og avskiping. Á gomlum Hálendskum finst orðið “werf” og “Scheepwerf”.  Varf er síðani vorðið til Varp og Varpið.

Tó er tað ikki staðarnavnið, Varpið, ið stýrið nú ynskir at flyta og brúka aðra staðni!

Tað, stýrið leggur seg eftir í týdninginum av orðinum, er meira:

  • Eitt varp er m.a. eitt pláss, har fuglur heldur til og eigur. Vit havamong vørp í Føroyum, onkur teirra eru nær íbúðarøki og hava hesi upp ígjøgnum øldirnar havt stóran týdning fyri mannlívið. Bæði at vinna føði av og at kunna ræna.
  • Tær ymsu listagreinirnar, sum framføra í húsinum, eru júlistafólk av ymsum slagi og sum bera hugmyndir í kviði, sum so verða ”verptar og ella varpaðar” á pallinum. Varpið er sostatt staðið, har listafólk verpa síni egg, og sum fólk kemur at royna, kenna og smakka av.
  • Varpið ger listafólkini til fuglar, sum flúgva frítt, brúka og sýna sítt hugflog,og hava eitt stað at lenda og verpa á, - í Varpinum.
  • Ein annar týdningurin er atvarpa, sum merkir at kasta - og ger tað hetta eisini meira ítøkiligt og nærliggjandi, at hugbornir lutir verða til lutbornar ella luftbornar lutir, frá hugflogi til framførslur.
  • Leikir,tónleikur og list verða varpað av pallinum út til hyggararnar. Hyggjararnir verða mettaðir við ”andligum eggum”, kundi ein sagt.
  • Her kann leggjast afturat útvarp, sjónvarp, kringvarp, sum varpa ljós á ymisk tíðindi, eisini varpa ymiskar tónleika- og mentanarsendingar – At varpa er í hesum føri tað sama sum at miðla ella at umtala og greiða frá.
  • Eisini merkir varpakker. Sagt varð til dømis: Skipið liggur fyri varpi á víkini. Hetta ber eisini tyngd og góðsku, tí tað ger mentanarhúsið til eitt stað, sum mentan í Klaksvík er ankrað í,   (forankrað í) - hon fýkur ikki fyri vág og vind.
  • Mongu línumenninir í Klaksvík hava brúkt varp ella dregg at halda línuni liggjandi á øki, hon er sett í.

Stýrið metir orðið, varpið, at sita væl, er hóskiliga stutt, hevur fleiri gagnir týdningar fyri brúkið av húsinum og ljóðar forkunnugt, samstundis sum tað er kent í Klaksvík í ymiskum brúki, sigur forkvinnan í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.

Jóhanna takkaði Poulinu Slættanes vegna stýrið fyri hugskotið, ið stýrið fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, hevur valt at taka av.

So viðtikið er, at navnið á mentanarhúsinum í Klaksvík verður, Varpið!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder