2025-11-09 08:00
Í míni tíð sum trúboðari í Danmark, hevði eg millum annað sum uppgávu tríggjar dagar um vikuna at vitja trý ellisheim, har eg skuldi hava andakt og vitja inn á stovurnar hjá búfólkinum. Tey gomlu settu prís upp á, at tú gav tær stundir, bara eina lítla løtu, at tosa við tey. Nátúrligt var, at tey gomlu komu inn á andalig viðurskiftið.
Ein starvsfelagi í Danmark segði mær, at hann einaferð hevði havt andakt á einum ellisheimi. Har vóru gjørd heftir við sangum og nøkrum sálmum. Tað, ið fekk hann at standa undrandi, var, tá ið sálmurin Hin signaða dag var sungin. Tey, sum høvdu gjørt sangheftið, høvdu valgt ikki at taka seinasta versið í sálminum við.
Så rejse vi til vort fædreland,
dér ligger ej dag i dvale,
dér stander en borg så prud og grand
med gammen i gyldne sale,
så frydelig dér til evig tid
med venner i lys vi tale!
Var tað nakað, sum veruliga var viðkomandi at syngja á einum ellisheimi, so var tað júst hetta seinasta versi í sálminum: So fara vit til várt fedraheim ”Okkara fedraheim”, tí lívskvøld teirra var komið.
So fara vit til várt fedraheim, nei nei, vit fara ikki, vit vera verandi. Tað minnir um søguna, tá ið gamli maðurin á ellisheiminum fylti 100 ár, og starvsfólkið við borðið rópti: Hann leingi livi, hurra! Tað var lítið umhugsað. Hóskandi hevði veri, at ynskt oldinginum eitt gott og friðsælt lívskvøld.
Halgabók sigur okkum, at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi. Tað er ein óvikandi sannleiki, sum øll hugsandi fólk innast inni vita, at hetta lívið einaferð er liðugt, og allar ognir okkara her á jørð hava sína avmarkaðu tíð. Kortini er freistandi at liva og innrætta seg soleiðis sum um vit altíð skulu vera her.
Eina aðrastaðni stendur, at borgarskapur okkara er á himnum. Ein borgarskapur sigur nakað um, at hoyra til eitt ávíst land, og tað gevur eisini rættindi og møgulleikar. Vit eru statsborgarar í londum her á jørð, men sum kristin eru vit eisini borgarar í einum øðrum landi — vit eru himmalborgarar. Tað er altso har, vit veruliga hoyra til, hóast vit í eina tíð liva okkara lív á foldum.
Hesin sannleiki gevur gerandisdegnum meining og kann geva okkum meira avslappað viðurskifti hvønn dag. Tað fullkomna lívið er í vanti, og tú er loystur frá at skula náa alt í hesum partinum av lívinum. Tú er fríaður frá at skulla liva upp til øll krøv, sum mong menniskju seta sær sjálvum og lívinum: ta heilt røttu útbúgvingina og helst við einum høgum miðaltali, ið gevur atgongd til eina perfekta karrieru, ta perfektu familjuna, tey perfektu húsini o.s.fr.
Í staðin fyri at liggja strongd undir øllum hesum krøvunum og óttanum fyri ikki at kunna liva upp til alt hetta, kunnu vit ístaðin kanska spurt okkum sjálv, um ætlanin við lívi okkara var ein onnur?
Vit starvast her á jørðini við teimum uppgávum, vit hava fingið, men samstundis eiga vit alla tíðina at hava fyri eyga eitt ævigt lív saman við Gudi á einari nýggjari jørð.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald