Politikkur

Venjing í Vestmannasundi

Í komandi viku fara danskar og bretskar serdeildir at hava eina venjing í Vestmannasundi og har nærhendis. Venjingin ber heitið Lion Protector og tað er norðurevropeiska verjusamstarvið JEF (Joint Expeditionary Force), sum skipar venjingarnar í samstarvi við føroyskar myndugleikar. JEF er verjusamstarv undir bretskari leiðslu, har úrvald NATO lond kunnu handfara hernaðarligar støður í Norðurevropa og á norðurleiðum..

2026-09-19 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Venjingin er samstundis partur av Arctic Endurance, ið er eitt NATO átak undir danskari leiðslu. Endamálið við Arctic Endurance er at styrkja hjáveruna hjá NATO í Arktis og á norðurleiðunum. At styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark, og onnur sameind, varð umrøtt á fundi millum danska verjumálaráðharran og landsstýrismannin í august í ár. Átøkini verða samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar.

Endamálið við hesi venjingini er at royna m.a. bjargingarstøður og samstarvið millum luttakandi partar, herímillum Vørn, sum luttekur í venjingini sum føroyskur myndugleiki.

Venjingar sum hesar styrkja um førleikarnar og tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.

Venjingarnar byrja í seinnu helvt av september og halda á fram til fyrst í oktober. 

Í sambandi við venjingina eru partar av havnarlagnum í Vestmanna frámerktir eftir avtalu við kommununa.

Á fundi við Løgtingsins uttanlandsnevnd hevur landsstýrismaðurin greitt nevndini frá um venjingarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder