Ítróttur

Vestanstevnurenningin 2026

Fríggjadagin 10. juli kl 17:00 verður Vestanstevnurenning í Miðvági. Vestanstevnurenning er árliga rennikappingin, sum Ítróttarfelagið Frælsi skipar fyri í samband við vestanstevnu.

2026-07-08 23:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Renningin er bæði fyri børn og vaksin. Byrjað verður við miðstaðarøki, og runnið verður út á Bakka og aftur. Hendan rutan verður runnin tríggjar ferðir av teimum vaksnu, og er í alt 5,4 kilometrar. Børnini renna styttri teinar á somu rutu. Tey yngstu 400m og tey eldru 800m.


Bólkarnir eru:

Menn, veteranar og superveteranar, ultraveteranar

Kvinnur, veteranar og superveteranar, ultraveteranar

Unglingar gentur og dreingir árgang 2008-2011


Børn:

2012-2014

2015-2017

2018-2024


Heiðursmerkið verður latið til 3 tey fremstu í hvørjum bólki.


Tilmelding kann gerast á atgongumerki.fo seinast hálvan tíma áðrenn renningin byrjar.

Kostnaður fyri børn er 20,- og fyri vaksin 50,-


Ítróttarfelagið Frælsi

[email protected]

Tlf. 267549

fraelsi.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder