Vinna

Vestmanna: Røða borgarstjórans til setanina av Vestmannadøgunum

Vestmannadagarnir heva verið hildnir.

2022-09-06 15:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Góðu vestmenningar, hjartaliga vælkomnir til setanina av vestmannadøgunum fyri nýggjundu ferð.

Fyrst av øllum vil eg takka júst fráfarna borgarstjóranum, Paula Trond Petersen, fyri gott samstarv og fyri hugskotið hann fekk fyri fleiri árum síðani, sum búnaðist og legði lunnar undir vestmannadagar.  Eitt frálíkt hugskot, sum vestmenningar ár eftir ár kunna njóta gott av. Stóra takk fyri.


Skráin fyri vestmannadagar, sum strekkir seg av Fjørðinum út á Berg, er fjølbroytt og blíðskapurin stórur:

Framsýningin ”Skil Náttúruna” á Miðnam –  Á-handilin bjóðar góðgæti, kaffi og lagkøku – Opið hús hjá Faer Isles Distillery – Myndaframsýning í Fitjahúsunum – Konsert í kirkjuni – Listaframsýning í Sýsluskrivstovuni – Syngið við kvøld í Silkienni – Fiskikapping, og ein ørgrynna av øðrum tiltøkum við.

Eldsálir og samanhald er lyklaorðið fyri trivnaðin í eini bygd, og er hendan grøna perlan, eitt einastandandi gott dømi um, hvat kann spyrjast burturúr, tá ein privatpersónur far eitt hugskot – fær onnur við í ætlanina – brýtur upp um armar og fer til verka.

Tann 9. mai í 1990 vóru fyrstu grannatrøðini gróðursett, og vóru tað børnini í Vestmanna Skúla sum gróðursettu hvør sítt træ, sum tey síðani fingu ognarskapin til – og vit síggja úrslitið.

Finnbogi hevur seinastu dagarnar rokast frá morgni til myrkurs, við at fingið hendan pallin lidnan til setanina, og er ongin yvi um, at hettar letur upp fyri enn fleiri møguleikum at skipa fyri tiltøkum her í viðarlundini.


Tað at bygdin fjølgast við fleiri og fleiri tilflytarum, er at frøðast um. Og tá tey so enntá bæði taka stig til nýggjar ítróttargreinar og byrta lív í aðrar – sum vóru dottnar niður fyri – er tað so einastandandi hugaligt.

Privata intiativið og tað at vit lyfta í felag, er neyðugt og GULL vert.

Kendi bygdamaðurin, Martin Joensen, tekur so hegnisliga til, í niðurlagnum í einum av hansara mongu sangskattum:


Nú er løtan, nú skalt tú liva,

í morgin er enn ikki vorðin tín!

Her er løtan, nú skalt tú liva,

tí gjárdagur jú farin er um sýn!


Hesa løtuna eiga vit og næstu dagarnir eru kærkomnir. Vit fara at hugna okkum saman til alskins tiltøk her í bygdini, og er tað eitt gylt høvi – hóast vestmenningar bera orð fyri at verða føddir róligir  – at vit steðga á,  og bara njóta løturnar.

TAKK FYRI

Bjørg á Rógvi, borgarstjóri


Børnini høvdu ein stóran leiklut til setanina.
Her syngja børnini frá dagstovnaøkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder