Vinna

Vesturvarði bestur - Heykur og Falkur besta parið í bólki 2

Skipini í bólki 2 fiskaðu fyri 509,1 milliónir í fjør.

2026-01-03 11:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tey 22 skipini, sum fiskaðu í bólki 2 í fjør fiskaðu fyri 509,1 mió. kr.

Besta skipið í bólki 2 í fjør var Vesturvarði úr Sørvági. Vesturvarði fiskaði fyri 38,9 mió. kr. Vesturvarði gav eisini øllum húskjum í Vágum eina jólagávu, les um tað her.

Nummar tvey og trý eru partrolarnir Falkur og Heykur, sum eisini eru besta parið. Falkur fiskaði fyri 36,9 mió. kr. og Heykur fyri 35,8 mió. kr. Ella 72,6 mió. kr. tilsamans.

Sí listan hjá Vørn her.

Les eisini:

Gordrúgvin var bestur í 5A - fiskaði fyri 10 milliónir

Feðgar var bestur í bólki 5B - fiskaði fyri 1,2 milliónir

Tølini eru frá Vørn, og skal fyrivarni takast, tí tað kann vera at allar avreiðingar ikki eru við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder