Politikkur

Viðmerking til skriv frá Vinnumálaráðum

Haldi at tað er sera undarlig fráboðan frá vinnumálaráðum at teir skulu avgera hvat er eitt rímiligt gjald, og skriva at tað má ikki verða meira enn tað akkurát dekkar útreiðslur. At gera gøtu, men tað er so nógv annað starvfólka - og kundaparkeringsøki, WC og annað. Gøtur krevja eisini nógv viðlíkahald.

2025-11-08 16:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Man kann samanlíkna tað vit at ein máltíð á Hotel ikki má kosta meira enn 100 kr so tað akkurát dekkar arbeiðsløn og tilfar.

Tað virkar sum tey halda at bøndur/óðalsmenn fyri alt i verðini ikki skulu hava nakran vinning av ferðavinnu.

Vanligar marknaðtreytir skal eisini verða galdandi fyri bøndur um tað kostar ov nógv vilja fólk bara frá velja túrin men um tað almanna skal topp stýra hvat tað kostar má ein stór og dýr umsiting til tað

Vit halda at 200 kr er eitt rímiligt gjald  og fyri børn upp til 15 ár er tað ókeypis.

Vit gjalda 25% MVG men tað gerða ferðaskrivstovur og teir nógvu ferðaleiðarar ikki tí teir eru frítiknir fyri MVG .

Skal so tað almanna eisini seta max upphædd fyri ferðaleiðarar?? tí tað er ein nógv størri upphædd teir taka fyri túrin.

Eg vil vísa til okkara heimasíðu  www.tralanipan.fo

Heilsan

Gunnar Nattestad

Sí skrivi frá Vinnumálaráðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder