FSF: – Eg havi vunnið steypafinaluna eina ferð áður, og ta kensluna vil eg gjarna fáa aftur, sigur René Shaki Joensen millum annað í samrøðu við FSF Varpið.
Í Klaksvík eru tey sum vera man spent til steypafinaluna í annaðkvøld, og havandi í huga, at júst Víkingur vann á KÍ í finaluni fyri trimum árum síðani, so er tíðin nú komin at fáa Løgmanssteypið aftur til Klaksvíkar.
– Sjálvt um tosað verður um illveður, so eru vit klárir at fara í kríggj, og tað hevur eisini nógv at siga fyri okkum at fáa okkara 12. mann við. Hetta er størsti dystur á árinum, sigur René Shaki Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald