Mentan

Vit syngja jólini inn í Kelduni

Eins og undanfarnu 18 árini, verða jólini aftur í ár sungin inn í Kelduni í Skálafirði tollaksmessukvøld - 23. desembur kl. 21.

2023-12-20 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Á skránni er nógvur felagssangur við kendum, góðum jólasangum. Kvøldið er eisini kryddað við nøkrum framførslum. Í ár verða tað Álvur F. Christiansen, Maibritt Kechtan, Oddbjørg og Helgi Abrahamsen og Lisa Frederiksberg, ið fara at føra fram.

Aftan á bjóðar Kafé Keldan øllum til drekkamunn og holukøkur.

Alt er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Eins og undanfarin ár verður innsavnan - hesaferð til krígsrakt økir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder