Vinna

Yvirlýsing frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Vit hava tó eina lættari loysn. Stytt arbeiðsvikuna beinanvegin! 

2022-03-12 18:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aðalfundur hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Omanfyri 300 sjúkrarøktarfrøðingar vóru á aðalfundi á Hotel Føroyum í dag.

Á aðalfundinum gleðast vit um útsøgnina frá løgmanni, at vit nú skulu fáa skattalætta. Tá ið løgmaður úttalar seg, so hevur tað slíka tyngd, at vit taka fyri givið, at hetta verður framt í verki. 

Vit hava tó eina lættari loysn. Stytt arbeiðsvikuna beinanvegin! 

40 tímar arbeiðsvika í trískiftisvaktum letur seg ikki gera. Sáttmálin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið verður brotin hvønn dag. Eisini verður ásetingin um hvílitíð í arbeiðsumhvørvislógini brotin. So, um løgmaður stendur við síni orð um at seta tiltøk í verk fyri at bøta um starvsfólkatrotið í heilsu- og røktarøkinum, so er hetta ein givin fongur á røttu kós. 

So, góði løgmaður, ikki meira roks, stytt arbeiðsvikuna niður í 32 tímar beinanvegin!

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder