Mentan

  Andakt - Við krossin má hann tiga

”Hvør vil ásaka Guðs útvaldu? Guð er tann, sum rættvísger”  Rómverjabrævið 8.33

2025-05-22 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Andakt

Við krossin má hann tiga

Hvør vil ásaka Guðs útvaldu? Guð er tann, sum rættvísger”  Rómverjabrævið 8.33
Tá ið menniskju fáa hug til at tosa um brek okkara, og vit væl vita, at tað kann vera satt, ið tey siga, hava vit meira hug til at tosa um okkurt annað. Vit velja at hava uppmerksemi flutt aðrar vegir tí tað kennist so plágangi fyri okkum at nomið verður við okkara ringu samvitsku, at ript verður í hana, tað ger okkum illa tilpass. Hvør vil skuldseta okkum? Tað eru tað mong, ið vilja. Og tíverri eisini mong, ið kunnu.
Djevulin er meistari í at ákæra. Hann hevur jú sjálvur verið við til at fáa okkum at fremja ta skeiva, vit hava gjørt, og hann heldur seg ikki ov góðan til aftaná at minna okkum á hetta fyri at taka alla vón um sælu frá okkum.
Men hugsa tær, at trúgvandi kristnu nú hava so eydnurík kor, at tey veruliga hava fingið loyvi til at tosa um nakað annað. Tey kunnu nokta fyri at kjakast um teirra syndir og í staðin tosa um, at Guð hevur rættvísgjørt tey. Jesus ger tey fræls og frí.
Tað skal vera svar okkara, tá ið ákærurnar koma. Vit vilja tosa um okkurt annað, um tað, at Jesus hevur sett okkum í frælsi.
Tá ið vit verða stevnd at møta í einum rætti, ið vil okkum ilt, ið vil døma okkum, siga vit: nei, vit møta ikki har. Vit hava valt at møta á Golgata. Lat bara djevulin koma og vilja okkum ann. Men tað skal vera har, vit vilja møta honum, á Golgata. Tað er einasta staði, har sak okkara kann verða greidd. Tí har er hon avgreidd langa fríggjadag. So hevur djevilin ikki meira at skula sagt. Við krossin má hann tiga.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder