2026-11-27 22:49
Føroysku genturnar tóku í kvøld ímóti Ísrael.
Ísrael legði seg á odda, og hildu eina frástøðu til føroyska liðið ígjøgnum allan dystin. Ímóti endanum komu føroysku genturnar uppá javnt, og skoraðu so til 31-30 tá ið nøkur sekund vóru eftir. Beint áðrenn klokkan slærdi 60 minuttir staðfesti Føroyar sigurin við at skora til 32-30.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Poulina á Heygum 7
Fía Nolsøe 6
Súnfríða Fonsdal Zachariasen 5
Hervøer Hansen 4
Oliva Kristiansen 4
Andrea Heinadóttir 2
Jóna Sólgerðardóttir 2
Gyða Beate Djónadóttir 1
Hanna Thomsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald