Vinna

Tvær føroyskar kvinnur í danskari gazellufyritøku við 589 prosentum í vøkstri

Danska ráðgevingarfyritøkan Leave a Mark Consulting Group, sum hevur høvuðssæti í Keypmannahavn, er kosin Børsen Gazelle 2026 eftir ein vøkstur á 589 prosent. Í fyritøkuni starvast tær báðar føroysku kvinnurnar Eva Christelsdóttir og Jessica Klevang, sum arbeiða við KT- og kunningartrygd..

2026-11-26 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mikudagin 25. november vóru Eva og Jessica við til hátíðarhaldið í K.B. Hallen í Keypmannahavn, har gazellufyritøkurnar úr høvuðsstaðarøkinum komu saman.

Børsen hevur síðan 1995 heiðrað danskar vakstrarfyritøkur. Fyri at verða kosin gazellufyritøka skal ein fyritøka millum annað hava havt árligan vøkstur og í minsta lagi tvífaldað umsetningin ella bruttovinningin yvir fýra roknskaparár.

Føroyskir førleikar innan KT- og kunningartrygd

Bæði Jessica og Eva hava hægri útbúgvingar innan nettrygd, talgilda innovatión og leiðslu frá donskum universitetum.

Í sínum dagliga arbeiði nýta tær sínar fakligu førleikar til at hjálpa fyritøkum og stovnum við at styrkja KT- og kunningartrygdina, handfara váðar og liva upp til standardir og lógarásetingar, eitt nú ISO 27001, NIS2, DORA og GDPR.

Tær eru við í allari tilgongdini, frá greining av verandi trygdarstøðu og kortlegging av manglum (gap analysis) til íverksetan av trygdartiltøkum, mannagongdum og stýrisskipanum. Harumframt fremja tær innanhýsis auditir og hjálpa kundum við fyrireiking til og stuðli undir uttanhýsis auditum og sertifiseringstilgongdum.

Endamálið er, at fyritøkur ikki einans lúka galdandi krøv, men at kunningartrygd eisini verður ein natúrligur partur av dagliga rakstrinum.

Eisini kundar í Føroyum

Hóast Leave a Mark Consulting Group hevur høvuðssæti í Danmark, hevur fyritøkan eisini føroyskar kundar. Við vaksandi talgildum hóttanum og nýggjum trygdarkrøvum økist tørvurin á serkunnleika innan økið eisini í føroyska vinnulívinum.

Jessica Klevang – [email protected]

Eva Christelsdóttir – [email protected]

Meira kunning um fyritøkuna er at finna á www.leaveamarkgroup.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder