Ítróttur

07 Vestur fekk eitt stig vestur við av Argjum

07 Vestur hevur í dag verið á vitjan hjá AB

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2022-03-13 17:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tríggar ferðir var AB á odda, og hvørja ferð kom 07 Vestur aftur í aftur.

Tað var Augustin Marsico ið legði AB á odda eftir 33. minuttir, men 1-0 føringin helt ikki leingi, tí Jasper Van Der Heyden javnaði til 1-1 eftir 36. minuttir. Tað var tó AB ið var á odda í hálvleikinum, tí Ragnar Skála skoraði til 2-1 eftir 43. min.

Ronni Møller Iversen javnaði fyri 07 Vestur tá ið 65. min. vóru leiktir. Løtu seinni legði Bartal Petersen aftur á odda, og var støðan nú 3-2 til AB. Jasper Van Der Heyden fekk seinasta málið í dystinum tá ið hann javnaði til 3-3 eftir 74. min.

Onnur úrslit:

KÍ 1-0 B36

Víkingur 1-2 EB/Streymur

HB 5-1 NSÍ

B68 2-1 Skála (hálvleikur) 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder