Annað

07 Vestur hevur ársveitslu leygarkvøldið

Eru tit klár til ársins veitslu?

2025-10-21 21:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið fara vit at hava eina rimmar veitslu, hvussu so víkir og vendir.

Vit leggja upp til eitt festligt kvøld við góðum mati, góðum lagi og nógvum góðum fólki.

Okkara Finnur verður borðstjóri, og Holgar og John Edvin spæla undir felagssanginum.

Maturin verður frá Amy, og á skránni eru innsløg, undirhald og tónleikaframførslur.

Tá borðhaldið er liðugt, tekur DJ Snazzy yvir og bjóðar upp til dans!

Til ber at keypa sær okkurt leskiligt at drekka fyri lagaligan prís, og vit bjóða eisini okkurt.

Alt hetta fyri einans 380 kr.

Atgongumerki fæst á atgongumerki.fo
Seinasta freist at keypa er hósdagin 23/10 kl. 24.00.

Komið øll við – hetta verður stuttligt!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder