Ítróttur

07 Vestur tekur ímóti Víkingi í dag

Betri-deildin hjá monnum byrjar aftur í dag.

2022-03-05 10:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 14 seinnapartin í dag verður Betri-deildin hjá monnum í 2022 skotin í gongd, og verður fyrstu dysturin hetta kappingarárið millum 07 Vestur og Víking á Dungasandi.

Víkingur endaði nummar trý seinasta kappingarár, meðan 07 Vestur, sum uppflytari endaði nummar seks.

Víkingur vann allar dystirnar í landskappingini millum 07 Vestur og Víking í fjør.

Hjá 07 Vestur hevur stór útskifting verið. Danin Michael Schjønberg stendur á odda fyri liðnum.

Spælarar ið eru komnir til felagið eru: Mads Winther, Hákun Edmundsson, Mathias Voss, Mads Borchers, Ári Arge, Jasper Van Der Heyden og Ronni Møller-Iversen.

Spælarar ið ikki spæla við felagnum aftur í ár eru: Martin Petterson, Kevin Jablinski, John Fagerstrøm, Predrag Jeromic, Zoran Vujovic, Martin Tausen og Ragnar Weihe.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder