Annað

1 ár síðani elskaði pápi okkara doyði

Vit vilja av hjarta takka teimum, sum komu til hansara, tá hann datt, og ambulansufólkunum, sum koyrdu hann til Havnar.

2026-06-12 16:28 Author image
-
placeholder

Takk til Atlantsflog fyri tykkara beinasemi mótvegis okkum, og til manningina, sum fleyg okkum til Danmarkar.

Takk til øll á Ríkissjúkrahúsinum fyri góða móttøku og góðan stuðul, tá einki meira var at gera.

Takk til familju og vinir í Danmark, sum lótu heim tykkara upp fyri okkum, so vit høvdu eitt fjálgt stað at búgva, til vit kundu sleppa heim aftur við pápa.

Takk til øll tykkum, sum tóku ímóti okkum í kirkjuni, tá vit komu heim við pápa.
Takk, Jógvan fyri so góð orð í kirkjuni og seinni tey vøkru minningarorðini.

Takk til øll tykkum mongu, sum komu at fylgja honum.
Takk, Inga, fyri eina góða talu, og takk, Bjartur, fyri vakra sangin.
Takk til gravara, kirkjutænarar, organist og sangarar.

Takk fyri allar hjálpandi hendur, sum hava hjálpt okkum við ervinum.

Túsund takk fyri kransar og  peningagávu til missiónshúsið Libanon

Takk til tykkum mongu, sum hava víst okkum so stóra umsorgan við at ringja, skriva, bera okkum mat, vitja okkum og biðja fyri okkum.

Hann er ein nógv saknaður pápi, verpápi, abbi, langabbi, bróðir, granni og vinur.

Men minnini um hann eru okkum dýrabar.

Familjunar vegna

Jógvan Páll, Valbjørn, Reidar, Tórhallur, Tórgun og Marianna v/familju

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder