Annað

11 mønustingarar burtur og 2 kúluonglar kvettir úr endunum og burturbeindir

Hetta er tað sum vit grindaformenn í Bø hava uppliva tað síðstu tíðina.

2025-08-14 07:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gutti Guttesen skrivar á Facebook: Aftaná drápið 5 juli bleiv rudda mønustingarar vaskaðir í ánni og onglar lagdir inn í bátasmiðjuna og síðan stongt.
Hurðin var stongd í 1 til 2 vikur, nú henda dagin grind varð funnin í Miðvági fór ein formaður efter mønustingarunum, men har var ongin at finna allir 11 eru burtur og 2 kúluonglar kvettir úr endunum og burturbeindir.
So man stendur spyrjandi, verða vit forfylgd av Sea Shepard, tey vóru hvussu er væl mannaði alla tíðina meðan vit fyngust við grindina.
Eitt tori at standa inni fyri tað er ongin her á leið sum hevur gjørt seg sekan í hesum.
Hetta er kriminalitetur so tað stendur eftur.
Skulu vit framhaldandi verja okkara mentan og siðvenjur so haldi umhvørvisfelagskapirnar langt vekk.
Málið er meldað, so nú síggja vit um tað førir til naka.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder