Ítróttur

14 ára gamli Jónas vann á favorittunum og gjørdist føroyameistari

Jónas Gunnarsson, sum dagliga súkklar fyri Velo Cycling Club, vann FM í landavegssúkkling hjá monnum. Eftir 112 krevjandi kilometrar vann bert 14 ára gamli súkklarin spurtin móti verandi føroyameistaranum og stórfavorittinum Paula Poulsen..

2026-09-07 22:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sól, vindur og regn settu sín dám á ein flottan súkkludag á eini bæði vakrari og krevjandi leið um Skálafjørðin og gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Pauli Poulsen, sum hevði vunnið flestu kappingarnar í ár og verið eitt av stóru álitunum á landsliðnum, var til reiðar at verja heitið. Bergtór, Kostas og hinir væntaðu avbjóðararnir vóru eisini við. Men millum royndu súkklararnar var eitt nýtt navn í hesum høpi: 14 ára gamli Jónas Gunnarsson.

Niklas royndi seg tíðliga

Fyrstu tíggju kilometrarnar lá feltið samlað í hørðum mótvindi, áðrenn Niklas Hallgren royndi seg við einum útbroti. Um svingi út á eystara arm á Skálafjørðinum sleit ein bólkur við sjey–átta súkklarum seg leysan frá feltinum. Teir fingu Niklas aftur og vunnu sær skjótt eina góða leiðslu, sum helt fyrsta umfarið á tamb.

Tíðliga á øðrum umfari sluppu fimm mans avstað: Pauli, Bergtór, Kostas, Niklas og Jónas.

Jónas legði á í tunlinum

Á brekkuni úr rundkoyringini niðan móti Strondum setti Jónas eitt hart álop ígongd. Kostas og Bergtór máttu sleppa, og Jónas fekk eisini einar 10–20 metrar aftur til Paula. Fram móti finaluni vóru Jónas og Pauli einsamallir á odda.

Eftir tøkniliga krevjandi strekkið á Strondum gekk leiðin inn á Skála, har trý stutt umfør við brekkuni niðanfyri fótbóltsvøllin bíðaðu. Jónas stóð fyri føringsarbeiðinum og royndi fleiri ferðir at fáa Paula at taka eina føring. Tað varð koyrt taktiskt, og ferðin minkaði nakað, men teir vóru ongantíð í vanda fyri at verða heintaðir aftur.

Við 250 metrum eftir byrjaði Jónas spurtin. Hann helt allan vegin um málstrikuna og vann við eini ella tveimum súkklulongdum aftur til verandi meistaran.

Sostatt kann Jónas kalla seg í  føroyameistara komandi árið. Og tað er væl at merkja føroyameistara hjá monnum – ikki ungdómsbólkinum.

Pauli vann einkultstartin – Jónas fekk bronsu

FM-vikuskiftið bjóðaði eisini upp á einkultstart í Klaksvík. Her vann Pauli Poulsen á 15,8 kilometra langa teininum, sum við nógvum brekkum og tøkniliga krevjandi koyring setti súkklararnar á roynd.

Jónas stóð aftur fyri einum flottum avriki og súkklaði seg óvæntað til eitt triðjapláss. Hann kundi sostatt enda vikuskiftið við bæði gulli og bronsu í kapping við teir vaksnu.

Tveir kommissærar frá DCU vóru eisini við til at fylgja bæði landavegskappingini og einkultstartinum í sambandi við fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar komandi ár.

Nú er málið Oyggjaleikirnir

Báðir teinarnir skulu brúkast á Oyggjaleikunum næsta ár. Um tað er møgulligt at fáa undantak frá aldursmarkinum at luttaka á heimabana , er Jónas fúsur at taka av avbjóðingini.

Tað hevði verið nakað heilt serligt at umboða Føroyar á heimavølli – á somu vegum, har hann nú hevur vunnið sítt fyrsta føroyameistaraheiti hjá monnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder