Annað

1,5 skinn í part - seðlarnir koma út klokkan 12

Talan er um stórar drápspartar

2025-06-13 09:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stór grind var í gjár funnin í Vestmannasundi, og var seinni hildin til á Leynasandi. Grindin var 246 hval og 1887 skinn vóru merkt.

Drápspartarnir verða 1,5 skinn. 311 fólk vóru á sandinum, og 21 bátar vóru við í rakstrinum.

Tey úr Vestmanna fara á kaiina í Vestmanna at skera upp - flest øll onnur skulu møta upp í Kvívík fyri at fáa teirra drápspartar.

Umframt drápspartar verður býtt í heimapartar í Norðstreymoy, Vágum, á Vestursíðuni á Suðurstreymoy og til Hest og Koltur. Nærri kunning um tað kemur út á heimasíðunum hjá teimum kommununum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder