Úrslitið gevur landskassanum 74 milliónir krónur í meirinntøku
Hjá feløgum vórðu gjørdar hækkingar í skattskyldigari inntøku upp á til samans 96 milliónir krónur. Hjá privatpersónum var talan um 27 milliónir krónur. Harumframt vórðu gjørdar hækkingar upp á 34 milliónir krónur í skattskyldigari kapitalvinningsinntøku hjá bæði feløgum og privatpersónum.
Rættingar í meirvirðisgjaldi og tolli vóru upp á 13 milliónir krónur. Aftur at hesum komu rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum upp á 1 millión krónur.
Harumframt hevur TAKS í 2025 lagt hald á rúsevni, sum eru mett at hava eitt virði á 25 milliónir krónur. Fyri tað mesta er talan um hassj og marihuana, kokain og amfetamin, umframt steroidir.
Eitt væl skipað og nútímans eftirlit er neyðugt
– Rættingar fyri 171 milliónir krónur ljóðar av nógvum og er oman fyri miðal seinastu árini. Vit síggja, at vinnulívið í Føroyum er vorðið meira samansett og torgreitt, og tað merkir eisini, at vit oftari enn áður koma fram á stór mál, har rættingar eru upp á fleiri milliónir krónur. Í 2025 vóru aftur stórar rættingar hjá feløgum. Hetta vísir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at TAKS hevur eitt væl skipað og nútímans eftirlit, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.
Hvørt ár ger TAKS eina ætlan fyri eftirlitsarbeiðið, sum arbeitt verður eftir. Kortini er trupult at meta um frammanundan, hvat arbeiðið fer at kasta av sær, tí tað veldst nógv um, hvat kemur undan kavi í teimum einstøku málunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald