Vinna

1.715.000 krónur frá Team Rynkeby

Leygardagin 9. september var kekkhandan í Gulu Smiðju í Saltangará.

2023-09-12 10:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Umframt kekkhandanina vóru rørandi og inniligar røður at hoyra frá umboðum í Team Rynkeby, og Land of Maybe spældi tveir sangir á hugnaligu løtuni.
Trygvi Kallsoy, liðskipari, handaði Fríðhild Højgaard frá Hjartabarninum, kekkin við metstóru upphæddini, sum er 1.715.000 krónur. Ikki bara er hetta metstór upphædd hjá Team Rynkeby Føroyum, men hetta er størsta upphædd, sum eitt lið hjá Team Rynkeby nakrantíð hevur savnað.
Stuðulin fer í ein grunn, sum Krabbameinsfelagið umsitur vegna Team Rynkeby Føroyar. Hesin grunnur stuðlar hjarta-, lunga- og krabbabørnum og teirra familjum. Børnecancerfonden, sum hjálpur føroyskum børnum, ið mugu til Danmarkar í viðgerð fær eisini part av stuðlinum.
Nógv børn og ung stríðast við sorg, sakn ella á annan hátt hava ilt i sálini. Berin og Sinnisbati gera eitt megnar atbeiði fyri at hjálpa hesum børnum og fáa eisini stuðul frá Team Rynkeby Føroyar.
Í ár vóru tveir súkklarar á liðinum búsitandi í Grønlandi, og tískil letur Team Rynkeby Føroyar eisini pening til grønlendska krabbameinsfelagið seinni í mánaðinum, tá ið stór innsavning verður har.
Vit í Team Rynkeby Føroyar eru ovurfegin um og ómetaliga takksom fyri stóra áhugan millum fyritøkur, kommunur, skúlar, dagstovnar og onnur, sum trúføst og gleðiliga stuðla okkara søk.
Serliga hugaligt hevur verið, at børn hava skipað fyri nøøkrum stuðulstiltøkum og hava latið Team Rynkeby nógvar tíggju túsund krónur. Vit gleðast um at lata peningin til børn, sum stríðast við sjúku, sorg, sakn ella hava sinnisligar avbjóðingar.
Vit takka hjartaliga øllum somlum, sum hava stuðlað á ein ella annan hátt farna árið. Uttan tykkara stuðul hevði tað ikki verið gjørligt.
Túsund takk øll somu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder