Í gjár var ferðsluløgreglan úti um seg í Eysturoynni og Norðstreymoy.
Við skúlan við Gøtugjógvu fingu tríggir førarar bót tí børnini antin ikki sótu í seðla, ella ikki høvdu rætt setur undir sær.
Beint áðrenn kl 10, bleiv ferð tikin í hvalvík. Ein koyrdi 117, sum gevur treytaða frádøming av koyrikortinum. Hin bleiv máldur til 106, og gevur tað klipp.
Tunnilsvegin við Norðskála, var ein tikin í gjárskvøldi, hann koyrdi 79 km/t. Hámarksferðin har er 60 km/t, og tí fær førarin klipp í koyrikortið.
Um 21 tíðina í gjárskvøldið tók løgreglan tveir bilførarar á Fuglafjarðarvegnum, og blivu teir báðir máldir til 124 km/t. Báðir førarnir høvdu havt koyrtikortið í minni enn trý ár, og vóru teir undir 20 ár. Fyrstu trý árini eru royndartíð, og verður tú harðari straffaður tá. Báðir fingu koyribann, og mistu koyrikortið á staðnum.
Løtu seinni var ein máldur til 108 km/t á sama vegi, og gevru tað klipp.
Í nátt hevur løgreglan eisini tikið tveir fyri rúsdrekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald