Mentan

20 ára hátíðarhald á Listasavninum á Sandi

Sunnudagin 14. juni hátíðarhalda vit, at Listasavnið á Sandi fyllir 20 ár, við einum listadegi, har myndlist, tónleikur og upplestur eru á skránni, øll eru vælkomin.

2026-06-12 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ólavur Jøkladal, savnstjóri, bjóðar vælkomin og greiður frá um savnið og søguna um savnið. 

Nils Ohrt, listfrøðingur og nevndarlimur setur útvald verk inn í ein listasøguligan kontekst. 

Niels Uni Dam, nevndarformaður og skilmaður Sofusar, lesur úr óútgivnu endurminningunum hjá Sofusi

Oddfríður Marni Rasmussen, lokalur rithøvundur, lesur staðbundnar tekstir.

Tiltarkið byrjar kl.15.00. og hendan dagin er ókeypis atgongd. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder