2026-02-19 08:05
Fyrst vendu vit okkum til VØRN, og svari frá teimum var "tað er skipaeftirlitið, ið gevur siglingarbann, vit handla bert teirra vegna."
Vit settu okkum síðani í samband við Hans Johannes á Brúgv, stjóra á Sjóvinnustýrinum.
Hans Johannes upplýsir, at allir bátarnir sum hava fingið siglingarbann eru bátar í bólki 5A.
Talan er um 24 bátar av teimum 72 bátunum, sum eru í bólki 5A, sum mangla siglingarloyvið.
Fara bátarnir, sum mangla siglingarloyvið til fiskarí, so verða teir bidnir um at sigla til lands aftur.
Bátarnir skulu umbiðja sýn frá Sjóvinnustýrinum, og fara vit so umborð beinavegin, sigur Hans Johannes.
![]()
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald