Heykur og Falkur hava gjørt ein góðan upsatúr
Partrolararnir Heykur og Falkur hava gjørt ein góðan upsatúr eystanfyri, teir hava 360.000 pund, sum teir landa í Runavík.
 Anru landar til Snarfrost
Anru landar til Snarfrost í Miðvági, teir hava 42.000 pund, mest hava teir av toski, Anru hevur roynt vestanfyri.
 Volunteer landar á Toftum
Volunteer landar í morgun á Toftum, teir hava 47.000 pund, mest hava teir av hýsu, teir hava roynt vestanfyri
 Nakrir útróðrarbátar selja á Fiskamarknaðinum
Nakrir útróðrarbátar vóru á floti í vikiskiftinum.