Vinna

TALV. ST OPEN KOMANDI VIKUSKIFTI

..

2026-11-03 11:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



ST OPEN KOMANDI VIKUSKIFTI!
Komandi vikuskifti, 6.–8. november, verður ST Open telvað í Sandavági! 
Kappingin er tann triðja í Grand Prix-røðini 2026/27, og øll eru hjartaliga vælkomin t luttaka! 
 Virkishúsið við Ánna í Sandavági
 Kappingarskráin:
• Fríggjadagin kl. 19.00 – 3 kviktalv
• Leygardagin kl. 10.00 og 15.00 – 2 langtalv
• Sunnudagin kl. 12.30 og 16.30 – 2 langtalv
 Virðislønir:
 1.500 kr.
 1.000 kr.
 500 kr.
Harumframt verða ratingsvirðislønir latnar.
 Luttøkugjald:
• Vaksin: 100 kr.
• Undir 16 ár: 50 kr.
 Vit vóna at síggja nógvar telvarar til eitt spennandi og hugnaligt talvvikuskifti í Sandavági!
♟️ Sandavágs Talvfelag og Talvsamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder