Vinna

4 Kjølbrotrolarar landa gulllaks í Norra

Tvey pør hjá felagnum Kjølbro-trol landa gulllaks í Norra, teir hava fiskað sunnalaga í føroyskum sjógvi.

2024-05-20 17:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Teir landa allir í einum stað, sum nevnist Haaroysundet, tað liggur einar 30 fj. norðanfyri Aalesund.

Polarhav og Stjørnan komu hagar seinnapartin í gjár, teir hava 240 tons.

Fuglberg og Skoraberg eru ávegis hagar, teir skulu byrja at landa kl 07 í morgin, teir hava eisini 240 tons.

Skipini koma á Klaksvík at skifta manning, áðrenn tey fara aftur til fiskiskap.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder