Móttøka og skipsdópur av Hav Fles í Søldafirði Leygardagin 7. november klokkan 11 bjóðar Navigare Shipping til almenna móttøku í Søldafirði í sambandi við, at Hav Fles, næsti nýbygningurin hjá reiðarínum, kemur á Søldarfjørð. Í hesum sambandi verður eisini skipsdópur.
Við Hav Fles tekur Navigare Shipping enn eitt týðandi stig í menningini og endurnýggjanini av flotanum. Fyrr í ár tók reiðaríið ímóti Hav Leiti, fyrsta nýbygninginum í 60 ára longu søgu felagsins. Nú kemur systurskipið Hav Fles, og tvey nýggj skip eru afturat á veg, sum verða yvirtikin í komandi ár.
Nýggju skipini eru eisini eitt stórt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Við tað, at skipini flyta størri nøgdir og hava minnið olju nýtslu, verður útlátið fyri hvørt flutt tons munandi lægri samanborið við onnur skip hjá reiðarínum.
Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur betri møguleikar at bjóða kundum burðardyggan flutning, umframt at umstøðurnar hjá sjófólkunum verða munandi betri.
Á almennu móttøkuni verður skipsdópur, røður og hornorkestur. Høvi verður hjá øllum atvitja skipið, og ábit verður at fáa.
Almenna móttøkan og skipsdópurin verður í Søldafirði leygardagin 7. november klokkan 11.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald