Á fundinum greiddi formaðurin, Hergeir Teitsson, frá virkseminum hjá felagnum seinasta árið. Roknskapurin varð lagdur fram og góðkendur, og samstundis varð ein dagføring gjørd í reglugerðini hjá felagnum. Aðalfundurin valdi eisini Jóan Petur Joensen og Sólvu Jacobsen til flokkstingsumboð. Flokksting verður í Suðri 11. apríl.
Nevndarval var eisini á skránni. Jana Antonsdóttir Dam tók ikki við afturvali, og aðalfundurin valdi Áslu Leilu Birgirsdóttir Johansen í nevndina. Ásla Leila er eisini valevni hjá flokkinum til løgtingsvalið.
Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag er sostatt:
• Hergeir Teitsson, formaður
• Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, skrivari
• Sølvi Símonarson, peningarøkil
Aftaná aðalfundin varð skipað fyri valkafé, har næstforkvinnan í Tjóðveldi, Hervør Pálsdóttir, vitjaði og greiddi frá tilgongdini við tjóðarsemjuni og øðrum politiskum spurningum. Fundarfólk tóku eisini orðið, høvdu viðmerkinar og settu fleiri spurningar.
Valkaféin endaði við, at Lyon Hansen framførdi nakrar sangir.
Samanumtikið var gott lag og gott mót millum fundarfólkið, nú bæði fólkatings- og løgtingsval standa fyri framman.
Vit eru klár!
Fyri teg, meg og Føroyar!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald