Mentan

Adventshugni í Plantasjuni

Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn millum klokkan 14 og 16.30 fyri sínum árliga adventstiltaki fyri alla familjuna. Í ár fer stuðulin til Skótafylki Sigmunds Brestissonar.

Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga jólahugna, sum altíð er fyrsta sunnudag í advent millum klokkan 14 og 16.30

Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga jólahugna, sum altíð er fyrsta sunnudag í advent millum klokkan 14 og 16.30

2022-11-22 09:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Plantasjan verður pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er, so tað verður so hugnaligt sum møguligt.


Sum vant, ber til at keypa sær jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað til hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólunum til.


Eisini kemur Havnar Hornorkestur at lívga løtuna við nøkrum góðum tónum, og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini. Og so ber annars til at keypa sær kakao, bollar, vaflur og sunkist.


Talan er um eitt tiltak, ið er fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.


Stuðla skótunum

Hesaferð verður ágóðin av jólahugnanum latin Skótafylki Sigmunds Brestissonar, sum er ein av fleiri frítíðarfelagsskapum í høvuðsstaðnum, ið ger eitt stórt arbeiði.


Skótafylki Sigmunds Brestissonar, ið vit eisini kenna sum Gulu Skótarnir, heldur til í Skótahøllini við Havnará.


Síðstu árini hevur fylkið verið fyri støðugum vøkstri, og alla tíðina verður roynt at seta leiðarar og hjálparfólk við, so vøksturin kann halda fram.


Ásannandi, at skótalívið byggir á sjálvboðið og ósjálvsøkið arbeiði millum fyrst og fremst børn og ung, vil Lions Club Tórshavn vera við til at rætta eina lívgandi hond.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder