Mentan

Opið Atelier

Opið atelier er ikki ókent aðrastaðni, har listafólk lata dyrnar upp til eina ørvísi framsýning í atelierinum, har listin verður til. Finleif Mortensen hevur gjørt hetta til eina afturvendandi traditión á hvørjum ári ein dag síðst í november..

2026-11-29 12:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hesu ferð er tað sunnudagin  29. november kl. frá 14-18.00 at tað er ”Opið Atelier”  hjá Finleif Mortensen Undir Torvbrekku 12 b á Strondum.

Umframt nýggjar málningar er møguligt at síggja eldri málningar. Eisini skitsur og annað kunnu síggjast. Ikki bertfyri sølu men manglar tær eina jólagávu til onkran ella bara til tín sjálvan so er hetta eisini ein góður møguleiki.


Kaffi er sjálvandi í kannuni og okkurt gott aftur við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder