Vinna

Dunga Jákup verður doyptur sunnudagin kl 13

Nýggi frystitrolarin hjá Varðanum verður doyptur í Norðragøtu sunnudagin kl.13..

2026-11-28 11:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skráin fyri løtuna er hendan:

Hornorkestrið spælir, meðan skipið leggur at kai.
Felagssangir verða sungnir og røður verða hildnar. Røðarar vera:
  • Sámal Joensen, stjóri i Varðanum
  • Per Martin Gregersen, borgarstjóri
  • Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
  • Mouritz Mohr, stjóri í Mest.
Eftir dópin eru øll vælkomin umborð, og eisini verður okkurt at fáa til matna í kappróðrarneystinum hjá Tindi.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder