Vinna

ÁGI ÁVEGIS TIL ÍSLANDS

KJ í Fuglafirði hevur bygt eina tvíkilju til Arnalax í Íslandi.

2023-10-03 10:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


TÍÐINDASKRIV

Ági, nýggja tvíkiljan, sum KJ hevur bygt til Arnalax í Íslandi, varð ígjár lyft um
kaikantin í Runavík, og umborð á farmaskipið Hvítanes, sum stevndi út av
Skálafjørðinum og setti kós ímóti Þorlákshöfn. Haðani verður hon silgd um
Reykjanes, tvørturum Faxaflói og Breiðafjørð, og til Patreksfjørð, har tvíkiljan skal
í vinnu og fær heimstað.
Tvíkiljan Ági er nýbygningur nummar 62 hjá KJ, og hon er 15 metrar long og 8,5
metrar breið. Av maskinútgerð er hon m.a. útgjørd við tveimum John Deere
motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir, bógskrúvu og ein Himoinsa
115 KVA generator. Á dekkinum er ein 65 tonsmetur Palfinger krani, sum, saman
við aðrari hydrauliskari útgerð, tryggjar góðar arbeiðsumstøður fyri manningina.
Ólavur Asafson Olsen, stjóri í KJ, sigur, at tvíkiljan til Arnalax er eitt umráðandi stig
á leiðini hjá KJ tá tað viðvíkur sølu uttanlands. “Vit hava fyri stuttari tíð síðani veitt
eina tvíkilju til Háafelli í Íslandi, og nú veita vit enn eina tvíkilju til íslendsku
alivinnuna - hesaferð til Arnalax. Tvíkiljan, sum verður veitt til Arnalax, er tann
sætta í røðini, sum vit hava veitt til Íslendsku alivinnuna. Vit eru til reiðar -og eru
longu- ein tryggur og dygdargóður veitari til alivinnuna í Íslandi”, sigur Ólavur.
Íslendska alivinnan er í stórari menning og KJ veitir í løtuni útgerð og installatión
til tvær smoltstøðir í Íslandi. Tann eina verður bygd fyri Samherja í Kópaskeri á
Norðurlandinum, og tann seinna verður bygd fyri Háafell í Nauteyri á
Vestfirðunum. KJ hevur í løtuni 15 starvsfólk knýtt at verkætlanunum í Íslandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder