Tvær ákærur reistar
Avgerð er tikin um at reisa ákæru í tveimum førum, hóast talan upprunaliga var um eitt mál, ið fevndi um fleiri skuldsetingar. Ákærurnar snúgva seg um brot á flutningskunngerðina, og ákærurit er sent Føroya Rætti, sum ásetur rættarfund í málinum.
Hinar skuldsetingarnar, sum m.a. vóru um brot á lúsakunngerðina í sambandi við lúsateljingar, eru sleptar. Í summum førum eru skuldsetingarnar sleptar, tí fyrningarfreistin var farin, og í øðrum førum tí tað varð mett, at prógvbyrðan ikki kundi lyftast.
Ikki nøktandi við longum viðgerðartíðum
Langar viðgerðartíðir eru sum heild ikki nøktandi, heldur ikki í hesum málinum. Hóast tað kunnu vera fleiri góðar orsøkir til, at málsviðgerðin av einum máli dregur út, eiga bæði politi og ákæruvald at tryggja, at viðgerðartíðin verður so stutt sum gjørligt. Hetta stremba vit sjálvandi eftir hjá Føroya Politi, og tað fara vit eisini at gera framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald