2025-09-11 08:07

Albert er ikki eitt nýtt andlit í fótbóltshøpi og heldur ikki hjá okkum í felagnum – Sum flest okkara vita, so hevur hann drúgvar royndir sum venjari í fleiri feløgum á bæði mans- og kvinnusíðuni. Albert hevur eisini royndir sum ungdómsvenjari, m.a. setti hann fyri nøkrum árum síðan sín dám á okkara ungdómsarbeiði, saman við Jens Eriki.
Nú Albert tekur yvir sum Høvuðsungdómsvenjari, verður hansara leiklutur, umframt at venja ungdómin, at savna, skipa og leggja lag á hjá okkara ágrýtna bólki av lokalum ungdómsvenjarum. Hann verður maðurin, ið fólk venda sær til við ivamálum, og hann kemur at virka sum mentor og ráðgevi, so venjararnir fáa stuðul, íblástur og møguleika at menna seg fakliga og persónliga saman við sínum liði.
Fyri 07 Vestur snýr tað seg ikki bara um fótbólt, men eisini um samanhald, gleði og ein jaligan anda. Av tí at Albert hevur eitt sterkt tilknýti til bæði felagið og lokalumhvørvið sum heild, eru vit sannførd um, at hann verður ein týdningarmikil liður í at styrkja um okkara ungdómsarbeiði.
”Eg gleði meg at vera við til at lyfta ungdómsarbeiðið í felagsskapi við teir mongu eldhugaðu venjararnar, sum eg longu havi tosað við og sum hava víst venjarayrkinum áhuga. Saman kunnu vit skapa karmar fyri, at børn og ung í nærumhvørvinum fáa góðar og hendingaríkar løtur á vøllinum og góð virðir við sær í lívinum” sigur Albert.
Vit bjóða Alberti hjartaliga vælkomnum aftur – og gleða okkum til eina framtíð, har lokalur eldhugi og fótbóltsgleði ganga hond í hond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald