Tilmæli 2
Tilmælið er býtt upp í tríggjar partar:
2.1: Endurtøka av fyrsta tilmælinum um at lækka talið av aðalráðum niður í 6
2.2: Nýskipanir í fólkaskúlanum
2.3: Samanlegging av tunnilsfeløgunum
2.1 Endurtøka av fyrsta tilmælinum um at lækka talið av aðalráðum niður í 6
Talið av aðalráðum hevur varierað, og málsøki eru flutt aftur og fram eftir hvørt val sum partur av samgongusamráðingum. Hetta er óheppið og skapar gang, meirkostnað, vitanarmiss og óstabilitet, bæði í aðalráðunum og í stovnunum undir ráðunum, og minni fæst burturúr, meðan broytingarnar fara fram.
Mælt verður til at fremja nýskipan av landsfyrisitingini í verandi valskeiði, so tað frá komandi løgtingsvali eru í mesta lagi seks aðalráð, Løgmansskrivstovan íroknað. Hetta skal tryggjast við broyting í stýrisskipanarlógini, so í mesta lagi fimm landsstýrisfólk kunnu sita umframt løgmann.
Endamálið er ikki bert færri aðalráð, men ein støðugari fyrisiting við greiðari ábyrgd. Málsøkini skulu skipast eftir fakligum samanhangi, heldur enn skiftandi býti av landsstýrissessum. Nýggja skipanin skal vera fyrireikað undan komandi vali.
Broytingin miðar ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri effektivitet, eitt sterkari fakligt umhvørvi og meira stabilitet.
Heitt verður á landsstýrið um í hesum valskeiðinum at:
- Gera eina ætlan fyri, hvussu málsøkjabýtið kann skipast á mest skynsama hátt í 6 aðalráð.
- Leggja uppskot fyri løgtingið um broyting í stýrisskipanarlógini soleiðis, at §27 staðfestir, at mesta talið av landsstýrisfólkum afturat Løgmanni er fimm landsstýrisfólk.
2.2 Nýskipanir í fólkaskúlanum
Í 2014 varð í álitinum Tilmæli um skúlabygnað og læriumstøður mælt til grundleggjandi broytingar í føroyska fólkaskúlanum. Millum annað varð mælt til at skipa landið í størri skúlaøki við felags leiðslu og umsiting fyri at gagnnýta tilfeingið betur og skapa sterkari fakligar eindir.
Nýskipanarnevndin tekur undir við høvuðshugsanini í álitinum og er av teirri fatan, at føroyski fólkaskúlin eigur at verða skipaður í størri og sterkari skúlaeindir. Nevndin metir, at hetta kann geva eina skynsamari nýtslu av almennu játtanunum og lægri rakstrarkostnað.
Nevndin mælir samstundis til, at fólkaskúlin verður 1-9. flokk og almenna skipanin við 10. flokki verður avtikin.
Álitið frá 2014 mælti til at savna 10. flokk í størri eindir, men tók ikki støðu til, um eitt alment fíggjað eyka skúlaár framvegis var neyðugt. Nýskipanarnevndin metir, at tíðin er komin at taka henda spurning upp.
Tey ungu hava aftaná kravda skúlagongdin er lokin, fleiri møguleikar, eitt nú miðnám, yrkisútbúgvingar, háskúlar og arbeiðsmarknaðin. Hesar leiðir kunnu geva bæði fakliga og persónliga menning. 10. flokkur kann hinvegin gerast ein loysn, sum hjá summum útsetur neyðugar avgerðir um útbúgving og arbeiðslív.
Nevndin metir tí ikki, at tað er ein sjálvsøgd almenn uppgáva at fíggja eitt eyka skúlaár, tá aðrir valmøguleikar eru til staðar. Neyðug vegleiðing og stuðul til ung við serligum tørvi skulu tó framvegis tryggjast.
Nýskipanarnevndin mælir tí til, at landsstýrið:
- Fyrireikar bygnaðarbroytingar í fólkaskúlanum, sum tryggja størri eindir og greiðari ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
- Avtekur 10. flokk við virknaði frá skúlaárinum 2028/29.
Fíggjarliga kann avtøkan av 10. flokki geva eina árliga sparing á umleið 15 mió. kr.
2.3 Samanlegging av tunnilsfeløgunum
Mælt verður til at leggja P/F Tunnil, P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin og P/F Eystur- og Sandoyartunlar saman í eitt felag við felags nevnd, leiðslu og fyrisiting.
Feløgini hava sama eigara, røkja somu uppgávu og hava somu yvirskipaðu áhugamál. Tí verður ikki mett, at tað er nøkur saklig orsøk til at varðveita fýra sjálvstøðug feløg við hvør sínari nevnd, roknskapi og fyrisitingarligum skyldum. At feløgini hava stovnað eitt felags innkrevjingarfelag, undirstrikar tørvin á einari einfaldari felagsskipan.
Ein samanlegging fer at geva greiðari ábyrgdarbýti, færri fyrisitingarlig lið og betri møguleikar fyri at samskipa rakstur, viðlíkahald og innkeyp. Samstundis kunnu útreiðslur til nevndararbeiði, grannskoðan, roknskaparhald og aðra fyrisiting minkast.
Mælt verður til, at sama nevnd verður vald í øllum fýra tunnilsfeløgunum á aðalfundunum í 2027, tá ársroknskapirnir fyri 2026 verða góðkendir. Nevndin fær til uppgávu at fyrireika og fremja samanleggingina við støði í roknskapunum fyri 2027, soleiðis at hon fær virknað frá 1. januar 2028.
Samanleggingin skal fremjast við atliti til galdandi vinnufelags- og skattalóggávu og møguligar avmarkingar, ið kunnu standast av lánsavtalum v.m.
Tórshavn 23/11 – 2026
Nýskipanarnevndin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald