Vinna

ALMENT TILTAK: Suðuroyartunnilin og framtíðarætlanir

Kom og hoyr kunning um Suðuroyartunnilin, framløgu um hvussu eitt øki best og strategiskt kann fyrireika seg til ein tunnil og góða tónleikaframførslu hóskvøldið á Seglloftinum á Tvøroyri.

2024-04-02 14:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


ALMENT TILTAK: Suðuroyartunnilin og framtíðarætlanir

Kom og hoyr kunning um Suðuroyartunnilin, framløgu um hvussu eitt øki best og strategiskt kann fyrireika seg til ein tunnil og góða tónleikaframførslu hóskvøldið á Seglloftinum á Tvøroyri.

Ein tunnil er meira enn bara ein tunnil. Umframt at binda oyggjar saman og fáa menniskju tættari at hvørjum øðrum er ein tunnil við til at skapa trivnað, møguleikar og menning.

Hesa framgongd hava føroyingar verið vitni til í fleiri áratíggju. Í dag eru 22 tunlar í Føroyum, harav fýra undirsjóvartunlar. Og ætlan er um enn fleiri tunlar. Eitt nú Suðuroyartunnilin.

Og júst Suðuroyartunnilin setur Fólkaflokkurin á dagssrkánna hóskvøldið kl. 17:30 á Seglloftinum á Tvøroyri. Ábit verður at fáa og møguligt verður eisini at taka orðið. 

Øll eru hjartaliga vælkomin!


Skráin:

17:30: Anita Vibergsdóttir, nevndarlimir í Suðuroyar Fólkafloksfelag, bjóðar vælkomið

17:35: Framløga: Staðarsamleiki og strategi
Erla Weihe Johannesen, samfelagsfrøðingur, leggur fram um staðarsamleika, og hvussu eitt øki kann fyrireika seg til ein tunnil og hugsa strategiskt.

17:50: Tónleikur: Lív Næs og Tróndur Enni framføra

18:00: Steðgur

18:15: Kunning: Fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin
Jacob Vestergaard leggur fram um, hvussu tað gongur við at fyrireika Suðuroyartunnilin.

18:30: Orðið er frítt
Øll fáa høvið at seta tingmanningini hjá Fólkaflokkinum spurningarnar ella at koma við viðmerkingum.

19:00: Takk fyri
Suðuroyar Fólkafloksfelag takkar fyri. Eftir hetta er møguligt at fáa sær ábit og heilsa upp á tingmanningina hjá Fólkaflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder